Tað er ikki vanligt, at so fá lið byrja kappingarárið við nýggjum venjara.
Tað eru bara NSÍ og B68, sum hava skift venjara í Betri Deildini í vetur. Hjá B68 er tað enntá ein nýggjur venjari, sum er kendur í felagnum sum hjálparvenjari í fleiri ár fyri nøkrum árum síðani.
Hyggja vit síðstu 10 árini á FaroeSoccer, so er liggur tað vanliga millum fýra til sjey nýggjar venjarar. Undantakið var í 2021, tá tað bara var HB, sum hevði skift venjara um veturin.
Nýggir venjarar tikl kappingarbyrjan:
2026: 2
2025: 4
2024: 4
2023: 4
2022: 5
2021: 1
2020: 7
2019: 4
2018: 7
2017: 5