B68 hevur havt nakrar góðar dagar, tá tað kemur til at fáa stig.
Undan 24. umfarinum staðfesti Yvirkærunevndin, at B68 vinnur kæruna móti B36, og í dag vann B68 á vøllinum móti hinum havnarliðnum, HB. Talan var um ein undirhaldandi dyst, har HB rakti stengurnar fleiri ferðir og eisini fekk okkurt mál kolldømt. Hinvegin kendi B68 betri sína vitjunartíð og at enda vann B68 2-1. Hetta er fyrstu ferð síðani ár 2000, at B68 vinnur á útivølli móti HB sambært FaroeSoccer.
Í hinum dystinum endaði tað 0-0 millum B36-Víking. AB-Skála bleiv útsettur til mánadagin kl. 16.00 vegna veður, meðan EB/Streymur-07 Vestur spældu 57 minuttir, áðrenn dysturin bleiv avlýstur vegna veður. Tann dysturin verður 12. oktober.
NSÍ-KÍ 0-3
HB-B68 1-2
B36-Víkingur 0-0