B68 fer um nakrar vikur at seta nýggjan høvuðsungdómsvenjara í fulltíðarstarv.
B68 skrivar:
B68 Tofta Ítróttafelag sóknast eftir høvuðsungdómsvenjara
Vit í B68 leita eftir einum fakliga førum og ágrýtnum høvuðsungdómsvenjara, sum kann byrja skjótast gjørligt.
B68 Tofta Ítróttafelag er eitt felag við djúpum rótum og sterkum felagsskapi – við leikarum úr Nes kommunu. Vit hava í fleiri ár ment eitt sterkt ungdómsarbeiði og vilja nú taka enn eitt stig fram á leið.
Felagið hevur ein greiðan málsetning um at menna leikarar frá grundini, og vit leggja stóran dent á trivnað, felagsanda og fótbóltsliga menning.
Vit bjóða:
Eitt spennandi fulltíðarstarv við avbjóðingum og møguleikum at seta tín dám á framtíðina hjá felagnum.
Góðar umstøður við eldhugaðum venjarum, ungdómsnevnd og stuðlandi umhvørvi.
Møguleika fyri fakligari og persónligari menning í einum felag við visjónum og virðum.
Arbeiðsøki: Sum høvuðsungdómsvenjari kemur tú at hava ein lyklaleiklut í at skipa, menna og samskipa alt ungdómsarbeiðið í felagnum.
Tú kemur at arbeiða tætt saman við ungdómsnevndini, hjálparvenjarum og foreldrum. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
Vegleiðing og stuðul til ungdómsvenjarar.
Tryggja at venjingarnar fylgja læruætlanini og eru á hóskandi støði.
Eygleiða dystir og geva afturboðan til leikarar og venjarar.
Hava venjingar og vera nógv á vøllinum tá venjingar og dystir/kappingar eru.
Vera við til at skipa fyri fótbóltsskúla og luttøkudegi hjá B68.
Skipan av venjarafundum og luttøka á foreldrafundum.
Hjálpa við ársætlanum og lærutilfari.
Samskifti við foreldur og virkin felagsskapur kring liðið.
Eggja og stimbra framhaldandi menning hjá venjarum.
Vit vænta, at tú:
Hevur galdandi B-venjaraprógv.
Hevur koyrikort og ert ferðafør/ur.
Hevur minst 4 ára royndir sum venjari við børnum og ungum.
Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og skipa títt egna arbeiði.
Ert fyrikomandi, samstarvssinnað/ur og arbeiðssamur við jaligum lyndi.
Setanar- og lønarviðurskifti: Talan er um eitt fulltíðarstarv við fastari løn. Arbeiðsstaðurin er á Svangaskarði.
Meira at vita: Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til formannin í felagnum, Jóhannus Danielsen, á telefon 234216 ella telduposti: b68@b68.fo
Umsókn: Umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum skal sendast til: b68@b68.fo
Freistin at søkja er: 15. august kl.20:00