Onkrir skaðar raka hópin og enn er framtíðin hjá einum leigaðum leikara frá KÍ ógreið, sigur høvuðsvenjarin hjá B68.
B68 liggur á 7. plássi við 14 stigum fyri 12 umfør. Átta stig eru niður til niðurflyting, og seks stig eru upp til 4. pláss, sum kann geva altjóða luttøku. Í fjør hevði B68 seks stig fyri 12 umfør, men fekk tá 15 stig fyri síðstu 15 dystirnar.
Hjalti og Magnus eru skaddir
Vit hava spurt Jákup á Borg um støðuna í B68 ímun til flytingarvindeygað í summar.
- Hjalti Strømsten hevur ikki spælt í ár vegna skaða, og nú sær tað út sum, at hann heldur ikki verður tøkur eftir summarsteðgin. Magnus Holm Jacobsen fekk ein skaða móti TB, og enn er ógreitt, hvussu leingi hann verður uttanfyri. Tað kann blíva tríggjar vikur, men tað kann eisini blíva tríggir mánaðir. Vit hava tveir leikarar, sum vit hava leigað frá KÍ fram til í summar. Har hava vit gjørt avtalu um at leiga Jákup N. Vilhelmsen restina av árinum, meðan KÍ enn ikki hevur tikið støðu til, um vit sleppa at halda fram við at leiga Jóhan Josephsen, sigur Jákup á Borg við bolt.fo.
Hyggja eftir styrki
Jákup sigur, at í B68 hyggja teir eftir at styrkja liðið í summar.
- Vit hyggja eftir, hvørjir møguleikar eru, so eg vænti, at onkur tilgongd verður. Vit hyggja bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Jákup á Borg.