Her er yvirlit yvir, hvussu nógva spælitíð liðini góvu til ungar leikarar. Markið er sett til, at teir vóru í mesta lagi 21 ár, tá teir spældu síðsta landskappingardystin sambært FaroeSoccer. B68 gav knapt 11.000 minuttir til U21-leikarar. Hetta svarar til 41 % av samlaðu spælitiðini. Í hinum endanum lá NSÍ aftast og so KÍ beint frammanfyri. Í NSÍ vóru bara 215 minuttir givnir til U21-leikarar, sum svarar til 0,8 %. Vit síggja eisini, at uppflytararnir góvu nógva spælitíð til U21-leikarar. Sí hagtøl niðanfyri.
