Boytingar í B68 og B36.
B36 boðar í dag frá, at Jákup á Borg er nýggjur ítróttarstjóri í felagnum. Hann tekur yvir eftir Tummas Erling Djurhuus, sum av heilsuávum hevur ein steðg frá fótbólt. B68 hevur eisini funnið eina venjaraloysn, tí tað verður Fróði Benjaminsen, sum nú á fyrsta sinni skal royna seg sum venjara í bestu deildini og tað fyri barndómsfelagið. Tað boðar B68 frá.
B36 liggur á 5. plássi og kappast um 4. plássið, meðan B68 á 7. plássi neyvan kemur í nakað niðurflytingarstríð í ár.
Einki verður sagt um, hvussu langan sáttmála Jákup og Fróði hava gjørt.