Bolt.fo hevur fingið eina viðmerking frá høvuðsvenjaranum hjá B36.
Fyrr í dag settu vit landsliðsleikaran Gilla R. Sørensen í samband við B36. Men nú kann hetta avsannast. Dan Brimsvík, høvuðsvenjari hjá B36, sigur, at tað verður ein friðarligur dagur í B36. Eingin tilgongd og eingin frágongd, sigur hann.
Tað verður sostatt ikki í KÍ ella B36, at Gilli R. Sørensen ger sáttmála í dag.
Flytingarvindeygað letur aftur kl. 16.00.