B36 hevur boðað frá tilgongd á kvinnusíðuni.
B36 skrivar:
Betri kvinnur styrkja seg við leikara úr Aab
Emma Lind Simonsen fer at spæla við B36 í ár. Hon er 20 ára gomul, og er uppvaksin í Aab. Í 2022/23 las hon í USA, og spældi tá við liðnum á skúlanum. Síðani vendi hon heim aftur til Aab.
Hon royndarvandi her í januar, og vit ivaðust ikki eina løtu í, at vit vildu hava Emmu at spæla fyri B36. Hon hevur spælt nógv í miðverjuni, men hon kann spæla á fleiri plássum.
- Eg helt tað vera ein góður møguleiki at fáa nógva spælitíð og eisini nakrar góðar upplivingar. Eg kendi meg væl í felagnum og millum fólkini her, tá eg vitjaði B36 eitt vikuskifti í januar. Tí valdi eg, at taka av møguleikanum.
Soleiðis sigur Emma Lind Simonsen, sum er nýggjur leikari í B36. Takið væl í móti henni.