Eftir kappróðurin fer landskappingin í gongd aftur.
B36 á 4. plássi fær vitjan av TB á 10. plássi. B36 hevur tvey leikbann til dystin. Bæði Pætur Petersen og Ragnar Samuelsen hava fýra gul kort og kunnu tí ikki spæla. Restin av umfarinum fer ikki í gongd fyrr enn komandi vikuskiftið. Og skuldi tað hent, at KÍ kemur víðari í Conference League, so verður EB/Streymur-KÍ ikki spældur, tí KÍ spælir tá týskvøldið 5. august í 3. umfari á Tórsvølli orsaka av, at Víkingur spælir á Tórsvølli hóskvøldið 7. august.
Dysturin í Gundadali ólavsøkuaftan byrjar kl. 19.15.