B36 hevur fingið miðverja, ið áður hevur leikt saman við Jann Benjaminsen.
B36 skrivar:
B36 hevur skrivað sáttmála við Thomas Rømo Lillo fyri 2024.
Thomas hevur spælt fyri Hødd IL síðan 2022, har hann eisini hevur spælt saman við Jann Benjaminsen. Thomas er ein sera stinnur miðverji. Hann er 1,86, sterkur á bóltinum, góður í ein ímóti einum støðum og annars ein sera professionellur leikari bæði á og uttanfyri vøllin.
Thomas er ein spælari vit hava verið eftir síðan kappingin endaði. Skjótleikin og tær dygdirnar hann hevur á bóltinum passa sera væl til spælistílin hjá okkum, og eru vit sera glaðir fyri at hann hevur skriva undir her, sigur Dan Brimsvík.