Tað er neyvan serliga realistiskt, at B36 kann koma víðari.
B36 tapti 3-0 móti Viborg á útivølli. Tað er neyvan óvæntað, tí stórur munur er millum Betri Deildina og Superliguna. bara ein føroyingur er í løtuni tilknýttur eitt lið í Superliguni (Petur Knudsen, Lyngby).
Í kvøld spæla liðini á Tórsvølli. At fyrri dysturin verður taptur greitt ger ofta, at seinni dysturin kann enda við góðum úrsliti. Føroysk lið hava áður í slíkum førum vunnið móti Bodø/Glimt og Maccabi Haifa og fingið javnleik móti Fulham og Rosenborg. Ein sigur ella javnleikur gevur gott til samlaða ‘’roknskapin’’ hjá føroysku feløgunum. Eisini verður hetta eitt gott høvi hjá føroysku áskoðarunum at takka B36 fyri eitt flott summar í altjóða fótbólti m.a. við samlaðum sigri á Borac úr Bosnia & Hersegovina.
Dysturin í kvøld byrjar kl. 19.00 og kann síggjast á R5 hjá Televarpinum. Atgongumerki á 100 kr. kunnu keypast HER
UEFA Europa Conference League umrøðan 2022 av B36 á bolt.fo er gjørd í samstarvi við: