Nú er greitt, hvørji lið skulu spæla ungdómsfinalurnar.
Finalurnar verða leiktar fyrst í oktober, har stóri steypadagurin er leygardagin 5. oktober, tá fýra steypafinalur verða. Felags fyri allar fýra er, at Víkingur er annað liðið. Víkingur og B36 eru best umboðað í ungdómsfinalunum við trimum liðum og samanlagt, tá vit telja vaksin við, við fýra liðum.
Merkisvert er at síggja, at eitt av størstu feløgunum, HB, ikki er umboðað í ungdómsfinalunum.
Ungdómsfinalur:
Tórsvøllur:
02.10 kl. 19.00: KÍ-Skála (U16 gentur)
04.10 kl. 17.30: B36-07 Vestur/MB (U13 gentur)
04.10 kl. 19.30: B71-ÍF (U21)
05.10 kl. 10.30: B36-Víkingur (U13 dreingir)
05.10 kl. 12.30: Víkingur-B36 (U15 dreingir)
05.10 kl. 15.30: KÍ-Víkingur (U17 dreingir)
Umboðað:
3: Víkingur og B36
2: KÍ
1: B71, ÍF, Skála og 07 Vestur/MB
Vaksin:
05.10 kl. 18.30: Víkingur- (NSÍ/HB) (kvinnur)
02.11 kl. 17.00: B36-HB (løgmanssteypið)