Fyri fyrstu ferð síðani 2019 vann B36 eina grannauppgerð móti HB, meðan FC Suðuroy heldur óvæntað vann í Sørvági.
Í gjár vann KÍ ein uppibornan sigur á meistarunum Víkingi, sum liggja undir niðurflytingarstrikuni eftir fimm umfør. Í dag vóru hinir dystirnir, har EB/Streymur vann 1-0 á B68 í enn einum dysti við reyðum kortum. Í Trongisvági vann NSÍ enn ein stórsigur, hesaferð 5-1, har breiddin í álopspartinum vísti seg fram.
B36 vann grannauppgerðina á HB fyri fyrstu ferð síðani 2019. Spennandi dysturin endaði 3-2 til B36, har B36-liðskiparin Hannes Agnarsson skoraði sigursmálið móti endanum av dystinum. Í Sørvági avgjørdi Eliasu Aminu Champang við máli í 84. minutti og tryggjaði FC Suðuroy fyrsta sigurin á útivølli í bestu deildini síðani 30. oktober 2015 sambært FaroeSoccer.
Úrslitini hetta umfarið:
KÍ-Víkingur 2-0
HB-B36 2-3
EB/Streymur-B68 1-0
07 Vestur-FC Suðuroy 1-2
TB-NSÍ 1-5