B36-álopsleikari hevur spælt sín síðsta dyst fyri felagið.
Norski álopsleikarin Torgeir Børven hevur spælt sín síðsta dyst fyri B36. Hann hevur skorað fimm mál í landskappingini og harvið bara eitt mál færri enn toppskjúttarnir í deildini.
Tað er í sátt og semju, at hann gevst í B36, og tað er av persónligun ávum, at hann fer aftur til Norra.
- Vit hava sum familja havt tað sera gott í Føroyum og halda, at tíðin er nú tann rætta at fara aftur til Norra, sigur Torgeir Børven við b36.fo.