logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
B36 meldar seg í oddastríðið

B36 meldar seg í oddastríðið

Skrivað : Jákup Ósá | 07-04-2026 00:01

Dagsins mest sannførandi avrik var kanska tað frá B36, sum vísti, hví tað ikki er av tilvild, at B36 hevur skorað flest mál í deildini higartil í ár.

Tað endaði sum so ofta 2-2 millum HB-B36. Talan var eisini um ein undirhaldandi dyst, men tað eru teir í norðara enda, sum skulu fegnast nógv meir um javnleikin. Tí B36 var betra liðið stóran part av dystinum og hevði teir flestu málmøguleikarnar. Nakað av vindi var, sum kanska ávirkaði nakað. Í fyrra hálvleiki hevði HB mótvind og hevði sera torført við at spæla seg frameftir vøllinum. Tað mann verða sjáldan, at HB hevur mist bóltin so ofta í uppspælinum á egnari hálvu ein hálvleik. B36 kom til nógvar støður og nakrar málmøguleikar, men tað var HB sum skoraði fyrsta málið í sínum fyrsta álopi, tá B36 vildi hava fríspark í eini støðu, sum Heini Vatnsdal undir vanligum umstøðum plagar at avgreiða. B36 fekk tó javnað við flottum máli og og hevði so nógvar støður, at teir hvítu skuldu havt verið á odda í hálvleikinum.

 

HB betri við

Í seinna hálvleiki bleiv tað javnari og HB kom á odda eftir vælspælt álop, sum endaði við, at Stefan Radosavljevic takkaði fyri álitið at endiliga sleppa at byrja ein fótbóltsdyst eftir góða sending frá Ejvind Mouritsen. Bæði liðini høvdu møguleikar, men B36 fekk javnað og síðsta partin av dystinum fekk B36 tveir stórar málmøguleikar, sum skuldu havt givið mál. Tað endaði 2-2. Hjá HB hoyrir tað til søguna, at liðið er nógv skert í álopspartinum. Moses Ebiye hevur ikki fingið loyvini uppá pláss, Erik Sorga er nýggjur í føroyskum fótbólti, meðan Jákup Thomsen er skaddur. Storm Bugge Pettersen hevur verið sannførandi, men mátti skaddur av vøllinum í fyrra hálvleiki.

 

B36 hevur lagt nógv uppá

Dagsins B36-avrik var uppá nógvar mátar sannførandi, tó at tað ikki er feilfrítt, tá so gott avrik bara kastar eitt stig av sær. Í ársins MeistaraDeild hava vit enn sjáldan sæð gott fótbóltsspæl frá topp 5 liðunum frá í fjør, har tað varna við lágum váða hevur vunnið alt ov nógv fram. Tí var fríkst at síggja B36. Trýst langt frammi á vøllinum og tá bólturin blev vunnin, sum hann bleiv ofta, so var tað ofta bara ein vegur, og tað var frameftir. Ágangandi, beinleiðis og skapandi spæl. Nógv orka er á liðnum og B36 er at síggja til kanska tað topp 5 liðið frá í fjør, sum er mest styrkt av fleiri orsøkum. Dávid B. Andreasen var leikarin, sum í báðum málunum hjá B36 vann bóltin av mótstøðuliðnum, Boubacar Dabo var ein støðug hóttan og átti eina uppleggið, tó at hann var heppin ikki at fáa tvey gul kort, meðan Torgeir Børven aðrar dystir hevur fingið fleiri málstig. Í verjuni er Heini Vatnsdal stóra ’’keypið’’, sum eisini hevur viðført, at Bogi Reinert-Petersen er farin fram á miðvøllin, har hann spældi sera væl. Teir ungu lokalu leikararnir tykjast hava tikið seg nógv fram. Har kann Jógvan K. Gullfoss a miðvøllinum nevnast, sum spældi væl.

Tað sum kann blíva ein forðing hjá B36 er, um skaðar og leikbann koma, tí tað tykist á summum plássum verða stórur munur í dygd á leikarunum sum spæla og so teimum, sum eru eykaleikarar, men dagsins B36-lið var undirhaldandi at síggja og tóktist verða fult á hædd við hini toppliðini í deildini í dygd útfrá tí, ið vit hava sæð fyrstu fýra umførini.

Share

Nýggjastu tíðindir

Hesir leikararnir hava hægst xG
Hesir leikararnir hava hægst xG
Væntað mál frá 10. umfari
Væntað mál frá 10. umfari
Vikuliðið frá 10. umfari
Vikuliðið frá 10. umfari
EB/Streymur vann í Gundadali
EB/Streymur vann í Gundadali
Nú kennir KÍ nærum allar møguleikarnar í Champions League
Nú kennir KÍ nærum allar møguleikarnar í Champions League
Áki Samuelsen og Mattias Hellisdal byrjaðu inni í Allsvenskan
Áki Samuelsen og Mattias Hellisdal byrjaðu inni í Allsvenskan
Topp 3 dregur frá
Topp 3 dregur frá
Andrias Edmundsson besti leikari á vøllinum móti Inter
Andrias Edmundsson besti leikari á vøllinum móti Inter
Hesir døma 10. umfar
Hesir døma 10. umfar
Fótvarpið undan 10. umfarinum
Fótvarpið undan 10. umfarinum
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 10. umfari
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 10. umfari
Bill til norskan fótbólt
Bill til norskan fótbólt
Áki Samuelsen er svenskur steypavinnari
Áki Samuelsen er svenskur steypavinnari
HB vann tepran sigur
HB vann tepran sigur
Ferðmikil og málrík hálvfinala
Ferðmikil og málrík hálvfinala
Eitt nýtt ættarlið tekur við
Eitt nýtt ættarlið tekur við
HB-leikari hevur leikbann í hálvfinaluni
HB-leikari hevur leikbann í hálvfinaluni
Víkingur hevur avrikstøl til at liggja í toppinum
Víkingur hevur avrikstøl til at liggja í toppinum
07 Vestur hevur størstu framgongdina
07 Vestur hevur størstu framgongdina
Vikuliðið frá 9. umfari
Vikuliðið frá 9. umfari

Stigatalvan 2026

1. NSÍ23 stig
2. B3622 stig
3. KÍ20 stig
4. Víkingur14 stig
5. HB11 stig
6. AB11 stig
7. B6811 stig
8. EB/Streymur9 stig
9. Skála7 stig
10. 07 Vestur7 stig

Málskjúttar

Árni FrederiksbergKÍ6 mál
Bogi Reinert-PetersenB365 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ10 upplegg
Dávid B. AndreasenB365 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ4 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ16 mál/upplegg
Dávid B. AndreasenB368 mál/upplegg
Torgeir BørvenB366 mál/upplegg
Simon JørgensenSkála6 mal/upplegg
Jákup JohansenVíkingur6 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 10. umfar

Skála7 mál
B687 mál
NSÍ7 mál
KÍ6 mál
EB/Streymur6 mál
Víkingur4 mál
B364 mál
AB4 mál
HB2 mál
07 Vestur1 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ2 mál
B36 2 mál
Víkingur2 mál
Skála3 mál
EB/Streymur4 mál
AB4 mál
NSÍ5 mál
07 Vestur7 mál
HB9 mál
B689 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

B3616 mál
KÍ15 mál
HB13 mál
NSÍ13 mál
AB9 mál
Víkingur8 mál
B686 mál
EB/Streymur4 mál
07 Vestur4 mál
Skála1 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

NSÍ4 mál
KÍ4 mál
B364 mál
Víkingur4 mál
Skála8 mál
AB9 mál
HB9 mál
EB/Streymur9 mál
07 Vestur9 mál
B6814 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ16 mál
P. KnudsenNSÍ9 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

1. KÍ19 stig
2. HB19 stig
3. Víkingur12 stig
4. NSÍ12 stig
5. Skála6 stig
6. B363 stig
7. 07 Vestur0 stig

Málskjúttar

Julia Naomi MortensenHB9 mál
Durita HummelandKÍ6 mál
Sólja ErnsdóttirKÍ6 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2026 (4)FráTil
Ari OlsenVíkingurVendsyssel
Olaf BárðarsonVíkingurSandnes
Pætur PetersenB36Hillerød
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Til føroyskan fótbólt 2026 (3)FráTil
Aron BenjaminsenKristiansundVíkingur
Dávid ReynheimTorino (U18)KÍ
Árni Nóa AtlasonEgersundsVíkingur
Úr føroyskum fótbólti 2025 (8)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurEgersunds
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Elias RusborgHvidovreHB
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Árni FrederiksbergKÍ14
Páll KlettskarðKÍ13
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Michal PrzybylskiB36/HB7
Sølvi VatnhamarVíkingur7
Deni PavlovicKÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup B. AndreasenKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2026