Tað er langt síðani, at B36 hevur havt so nógvar royndar føroyingar í hópinum sum í ár.
Eftir at B36 síðstu vikurnar hevur kunngjørt, at Filip Djordjevic, Bogi Reinert-Petersen, Brian Jakobsen og Eli F. Nielsen hava gjørt sáttmála fyri 2025, so kemur B36 í øllum førum at hava fimm føroyingar, sum eru 30 ár ella eldri, um vit telja Filip Djordjevic uppí sum føroying. Frammanundan hevur Heini Vatnsdal gjørt sáttmála.
At hava minst fimm føroyingar sum eru 30 ár ella eldri er ikki óvanligt hjá topp 5. Í 2024 hevði KÍ seks, Víkingur fimm, meðan HB og NSÍ høvdu fýra. Taka vit t.d. FM-liðið hjá Víkingi í 2017, so vóru níggju føroyskir leikarar 30 ár ella eldri.
Men í B36 hevur hetta ikki verið siðvenja síðstu árini, tí B36 hevur havt færri 30+ leikarar enn hini topp 5 liðini. Siga vit, at allir fimm leikararnir koma at spæla minst 500 minuttir av teimum 2430 samlaðu minuttunum í landskappingini, so skulu vit aftur til 2010 fyri at finna seinast, har minst fimm føroyskir leikarar hjá B36 spældu 500 minuttir ella fleiri.
B36 kemur í ár at hava færri útlendskar leikarar enn síðstu árini, so hetta kann viga upp fyri tí, um hugsað verður um royndir.
Føroyskir leikarar sum eru 30 ár ella eldri og hava spælt minst 500 minuttir:
2025: Møguliga fimm
2024: 1
2023: 1
2022: 2
2021: 0
2020: 2
2019: 1
2018: 1
2017: 1
2016: 3
2015: 2
2014: 3
2013: 4
2012: 4
2011: 4
2010: 5
Kelda. FaroeSoccer