B36 fekk tað trupult í Viborg í kvøld. Superligaliðið, sum fyri nøkrum døgum síðani vann 4-2 móti FCK, var greitt omaná frá byrjan til enda. B36 lá verjukent í 5-3-2 leikskipan og teir hvítu stríddust og vardu til tíðir væl. Men Viborg fekk eitt mál í fyrra hálvleiki og tvey í seinna hálvleiki. 3-0 var helst eisini í tráð við leikgongdina.
Týsdagin spæla liðini á Tórsvølli og tá skal B36 royna at gera nakað líknandi sum móti Borac í 1. umfari, tá Borac vann 2-0 í fyrra dystinum.
UEFA Europa Conference League umrøðan 2022 av B36 á bolt.fo er gjørd í samstarvi við: