B36 hevði m.a. bjóðað Tomislav Sivic aftur til Føroya.
Tomislav Sivic var gestur í tiltaki fríggjakvøldið, meðan tað leygardagin var legendsdystur millum B36-GÍ. B36 vann 4-2 og B36 skrivar, at John Petersen (2), Jákup á Borg og Jens Kristian Hansen skoraðu málini. Um kvøldið var stór veitsla á Hotel Føroym í sambandi við, at B36 fyllir 90 ár.
B36 skrivar eisini at nýggja og umvælda skrivstovuhølið í húsinum fer frameftir at eita Kristjansstova. B36 skrivar:
Kristjan á Neystabø, sum var formaður í B36 í sløk 20 ár, var heiðraður á stóru 90 ára føðingardagsveitsluni á Hotel Føroyum í gjárkvøldið.
Hann og vinmaðurin Kjartan Mohr, sáli, fóru ikki stillisliga til arbeiðis í B36 eftir aðalfundin í oktober 1986. Kristjan og Kjartan høvdu sett sær fyri, at B36 skuldi vera millum fremstu fótbóltsfeløgini í Føroyum, og teir brutu slóð á mongum mótum.
Í B36 eru vit errin av samangroyptu greipuni Kristjan á Neystabø og Kjartan Mohr, og í húsinum ber illa til at hava eina Kjartansstovu uttan eina Kristjansstovu.
B36 helt 90 ára dagin á 1. plássi í MeistaraDeildini og tað gjørdi neyvan vikuskiftið verri.
Bolt.fo ynskir B36 til lukku við teimum 90 árunum.