Í fjør var B36 næstvánaligasta liðið í deildini til at lata mál inn uppá deyðbóltar. Hetta hevur B36 gjørt nakað við í ár, tí eftir átta umfør hevur B36 sum einasta lið einki mál latið inn uppá deyðbóltsstøður. Til samanberingar lat B36 20 mál inn uppá deyðbóltsstøður í fjør, tá bara FC Suðuroy lat fleiri mál inn uppá deyðbóltsstøður.