(Upptakt til 2.deild 2023) Bóltfelagið Royn hevur ligið deytt í millumbilum, orsakað av troti uppá fólk, men søgan rúmar eisini syrgiligar hendingar og einstakar eydnuløtur. Tað er bóltfelagið Royn í Hvalba, ið eigur einasta grasvaksna fótbóltsvøll í Føroyum.
Soleiðis skrivar Jóan Pauli Jacobsen, fótbóltssøgufrøðingur, m.a. í søguligari grein um Royn, sum bolt.fo hevur sum part av upptakt til 2.deild 2023, har bolt.fo fer at umrøða øll umførini í 2.deild við serligum denti á tey trý feløgini, sum hava síni bestu lið í 2.deild. Tey eru MB, Royn og FC Suðuroy.
Jóan Pauli Jacobsen skrivar:
Bóltfelagið Royn stovnað 23. oktober 1923 og gongur á 100. ári
Bóltfelagið Royn hevur ligið deytt í millumbilum, orsakað av troti uppá fólk, men søgan rúmar eisini syrgiligar hendingar og einstakar eydnuløtur. Tað er bóltfelagið Royn í Hvalba, ið eigur einasta grasvaksna fótbóltsvøll í Føroyum.
Stovnanin
Áðrenn nakað bóltfelag varð stovnað, varð spælt fótbólt í Hvalba – leikvøllur var tó eingin. Longu 14. juli 1909 skrivar Dimmalætting: “ Paa Suderø drives Fodbold i Tveraa, Vaag og Kvalbø.”
Týskvøldið 23. oktober 1923 komu hvalbingar saman í skúlastovuni við Bakkhús í Hvalba. Allir fiskararnir vóru heimkomnir og ætlanin var at stovna fótbóltsfelag í bygdini. Ein av stigtakarunum var Hans Pauli Holm við Bakkhús, sum eisini gjørdist fyrsti formaður felagsins, og hann mundi hava Niels Niclasen á Hamri afturat sær. Hans Pauli hevði gingið í realskúla í Havn og hevur allarhelst fingið hugskotið har, men av tí, at fyrsta gerðabók felagsins ikki er til, hevur ikki verið møguligt at fingið nøvnini á øllum teimum, ið stovnaðu felagið – teir vóru 22 – men man veit við vissu, at hesir 16 vóru við: Hans Pauli Holm, Niels Niclasen, Jákup Ziskasen, Jóan Petur Hentze, Jákup Midjord, Jens Mohr Midjord, Daniel Thomsen, Otvald Thomsen, Eliesar Holm, Tummas Vang, Olaf Jensen, Hans Jensen, Emil Hentze, Sigmund Olsen, Niels Petur Holm og Reynold Holm. Hinir 6 kunnu hava verið: Martin Holm, Hensar Niclasen, Erling Niclasen, Petur Næs, Jákup Vang og Viggo á Hamri.
Klokkan var blivin um 8 á kvøldi, og har vóru tveir stórir pakkar komnir at standa í skúlastovuni. So fóru teir at lata pakkarnar upp. Í tí fyrsta vóru bláar troyggjur, og so komu tær tær svørtu, og fyri seg sjálvan vóru merkini í einum lítlum pakka. Síðani kom bólturin, ið var av leðri, ein pumpa og ein nál at draga lissuna við. Avgjørt varð, at 1. lið skuldi hava tær bláu troyggjurnar, og 2. lið skuldi hava tær svørtu. Ongar buksur vóru. Teir á 2. liði vórðu róptir fýrbøtarar. Hildið verður, at Hans Pauli átti hugskotið til bæði litirnar og sjálvan bóltin í búmerkinum.
Olivur Holm segði soleiðis um navnið: “Ongin á áðurnevnda stovningarfundi visti, hvat navn hóskar seg best, men hetta at spæla fótbólt skuldi so roynast, og sum gamalt orðafelli er her í Hvalba, varð sagt aftur og aftur “kom gamli, royn, lat ogum royna sum frægast, kom nú”. Avgjørt varð so bara at kalla felagið Royn, og eg haldi, at flest eru samd um, at navnið riggar væl.”
Fyrsti dystur longu sama heyst
Fyrr var tað annars tvørligt at spæla fótbólt hjá smábygdunum. Tað var bara í Havn, í Klaksvík og á Tvøroyri, at spælt varð um summarið, tí har vóru krambakallar og aðrir, ið ikki fóru at fiska, so tað var bara um veturin, at spælt varð. Arbeiðið skuldi heldur ikki forsømast, so ofta varð bara spælt um kvøldið.
Tvøroyri hevði havt bóltfelag í fleiri ár, men Trongisvágur hevði eisini felag fyri seg sjálvan, og teir vóru ofta í Hvalba og spældu. Ove Bech úr Trongisvági, sum hevði verið við at leika fyrsta dystin móti Royn á sandinum í Hvalba heystið 1923, og meinti hann, at hesir vóru við:
Royn-liðið: Hans Pauli Holm; Martin Holm; Niels Petur Holm; Eliesar Holm; Hensar Niclasen; Erling Niclasen; Niels Niclasen; Petur Næs; Jákup Midjord; Jákup Vang; Thomas Vangi. Sambært Olivur Holm kunnu hesir eisini hava verið við: Olaf Jensen (málmaður), Jens Mohr Midjord, Jóan Petur Hentze og Jákup Ziskasen.
Liðið úr Trongisvági kundi verið: Jens Strøm; Óli Strøm; Thorvald Strøm; Leon Strøm; Ove Bech; Dánial Bech; Eli Mortensen; Hans Mortensen; Joen Joensen; Nicodemus Petersen; Abraham J. Lindberg.
Tríggir Royn-leikarar fórust við “General Gordon”
Tað var eitt skot fyri bógvin, tá General Gordon legði út frá Hvalba 25. februar 1924 og ongantíð spurdist aftur. Eingin visti við vissu, hvat ið var hent. Eitt herviligt høgættarveður brast á longu tann 29. februar, og menn hildu, at hon kundi vera farin í tí veðrinum. Men nøkur ár seinni kom fram ein merkilig søga: Ein hvalbingur hevði siglt við einum trolara úr Vestmanna. Teir vóru á ísfiskaveiðu og landaðu fiskin í Grimsby. Eina ferð fóru nakrir av manningini á eina barr. Við eitt annað borð sótu nakrir enskir trolaramenn og drukku. Einaferð komu hesir menn til ilnar. Føroyingarnir skiltu enskt, so teir hoyrdu alt, ið sagt varð. So einaferð rópti ein av trolaramonnunum til hin: ”Hetta skal ikki vera sum við General Gordon!” Tá skiltist á prátinum, at trolari, har ein av hesum monnum var skipari, hevði siglt á General Gordon, og síðan var stungin av. Søgan segði eisini, at General Gordon varð raktur framskips, og masturin og seglini endaðu frammi á bógnum á trolaranum.
Teir eru á veg til Bretlands, og tá ið teir nærkast landi, gevur skiparin manningina boð um at koyra leivdirnar av General Gordon til sjós. Men hesum noktaðu teir fyri. Ter hava ikki troystað sær. Tískil mátti skiparin sjálvur fara á dekkið at gera hetta.
Teir tríggir Royn-leikararnir, sum fórust, umboðaðu allir 2. liðið: Dánjal Jensen á Hólum (36 ár, giftur og 3 børn), Jógvan Jespersen (19 ár) og Herluf Axelvold (16 ár). Royn hevði fingið ein ordans hvøkk í føðingini.
Royn fyrstu ferð á Tvøroyri
13. februar 1927 hevði TB fyri fyrstu ferð vitjan av bóltfelagnum Royn úr Hvalba. Dysturin, ið varð spældur inni á Sandinum, endaði við javnleiki 1-1, har leiktíðin var 2x30 minuttir.
20. februar var so TB fyrstu ferð í Hvalba. Gerðabókin hjá TB sigur, at TB-ararnir avmaktaðust, tá komið var inn í seinna hálvleik, orsakað av gonguni norður. Royn vann dystin 2-1. Gerðabókin rósir hvalbingum fyri skjótleika og reystleika, og skýrir Niels á Hamri, um ikki fremsta, so millum teir fremstu føroyingar í hesum leiki.
Gekk striltið at fáa vøll
Spælt varð á sandinum við Bakkhús, men flóðin spilti ofta spælið. So varð farið á Feðið, men har vórðu teir ofta jagstraðir burtur, jørðin var jú heilag fyri teir gomlu. Eisini varð spælt í Flotanum, men har var óslætt at spæla. Tá ið jarðasamlingin kom í 1931-34, varð biðið um at sleppa á Fitjurnar at spæla, men tvørligt sýntist at vera, m.a. tí telefonlinjan lá har. So varð farið at royna at sleppa vestur á Vilsnabrúgv, har nú skúlin stendur, men hetta var eisini av ongum. Teir ungu vóru tó so ágrýtnir at fáa ein vøll, at teir ætlaðu sær niðan á Brúnna á Nøsini at spæla, tí har var ein deiligur slætti, men tað fall tó niðurfyri.
Tá ið jarðasamlingin so kom, varð tosað við Gregersen, útskiftingarmannin. Hesin bað so felagið fara til allar eigararnar at fáa undirskriftir og so fáa málið fyri grannastevnu. Kom málið ígjøgnum á grannastevnuni, so hevði hann fingið málið upp í hendi, og so skuldi hann nokk taka sær av málinum, tí kjansurin kom nokk seint aftur. Ymiskt var við undirskriftum, men tá ið grannastevnan kom, var málið fingið ígjøgnum við teprum meiriluta. So nú kemur sjálv útskiftingin, ongin visti nakað. Hvør fekk so tað, hann skuldi hava. Og har mitt í Sondunum liggur fótbóltsvøllurin. Tá vildi fleiri forfarast, at taka sandadeildirnar til vøll hildu teir vera halgibrot. Men so var at gjalda. Har vóru ongir ríkir kroppar, allir vóru fiskarar. Men kommunan keypti um hetta mundið 8 grundstykki, og hon kom so at gjalda vøllin saman við hesum grundstykkjunum.
Tað eydnaðist endiliga at fáa vøll á Skørinum og vøllurin varð tikin í nýtslu í juni 1941. Vøllurin var eftir tátíðar metum ein tann besti í landinum, tí hinir vøllirnir vóru flestallir av gróti og eyðri, meðan hesin var av sandi. Fyrstu, ið leiktu á honum vóru Royn móti Sumba. Fyrsta málið, ið skotið varð á leikvøllinum, varð skotið av Levin Olsen – úrslitið var annars 8-0 til Royn. Fyrstu avbygdarmenn, ið skoraðu mál á leikvøllinum, vóru fáminingar. Fyrstir, ið vunnu Royn á leikvøllinum vóru sandvíkingar. Ta einu tíðina var so nógv fólk, at Royn hevði trý lið.
Royn luttók í landskappingini 1942
Trý suðuroyarlið vóru tilmeldaði fyrstu landskappingina í 1942: TB, Royn og SVB (Sandvíkar Bóltfelag). Fyrst møttust Royn og SVB í Sandvík, har Royn vann 5-0, men SVB bar seg undan til seinna dystin, tí tveir av leikarunum vóru so illa meiðslaðir. TB skuldi møta vinnaranum og vann somuleiðis lættliga 5-0 á Royn, sum nú mátti bera seg undan seinna dystinum, tá Jacob Elias Thomsen andaðist stutt eftir. Frammanundan hevði Royn mist ein av stovnarunum, Eliesar Holm, tá “Cheerful” minusprongdist í Skopunarfirði tann 17. oktober 1940.
Tað var um somu tíð, at Royn fekk flaggið, sum Jógvan Berg hevði fingið konu Svana Niels í Havn at seyma.
Royn vann meðaldeildina í 1946
Í 1946 gjørdist Royn føroyameistari í meðaldeildini í fótbólti. Í landskappingini luttóku 8 lið: SÍF, SÍ, HB, KÍ, B36, TB, VB og Royn. Tann 4. august varð hálvfinala í Klaksvík, har Royn vann 5-2 á KÍ. Finaluna 18. august í Havn vann Royn 3-0 á SíF eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Dómari var Sámal Davidsen.
Royn fekk ítróttahøll í 1973
Felagið fekk ítróttarhøll, ið varð vígd 27. oktober 1973, tá 50 ára haldið varð hildið. Byrjað varð at grava burtur úr fyri grund 23. juli 1970 – fyrsti maður, ið setti spakan í, var Ivan Vang, ið eisini stóð fyri jørð- og betongarbeiðnum. Bóltfelagið ætlaði fyrst og fremst at nýta høllina til ítrótt: Innandurafótbólt, handbólt, badminton, fimleik, borðtennis og flogbólt. Høllin kostaði o.u. 100.000 kr. og nú kundi felagið venja innandura um veturin fyri fyrstu ferð.
Undir sama veitsluhaldið varð Peter Emil Jensen gjørdur til heiðurslim felagsins vegna trúskap og áhaldni innan fótbóltin.
Fyrstu ferð nær við í 1978
Í 1978, eitt ár eftir, at Royn hevði vunnið 3. deild, endaði Royn eitt stig aftan fyri NSÍ, sum vann 2. deild hetta árið við 18 stigum ímóti teimum 17 hjá Royn. Tann avgerandi dysturin hetta árið var í triðseinasta umfari, tá ið NSÍ vann 2-1 á Royn í Runavík.
1983 var eitt frálíkt ár
Royn var í 2. deild um hetta mundið, og árið fyri, í 1982, hevði Royn tapt 0-8 fyri HB í Gundadali í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Ísafjarðarsúluna. Hetta hendi eftir, at Royn hevði vunnið fyrru hálvfinaluna 2-0 móti HB á Skørinum í Hvalba.
Til kappingarárið 1983 fekk Royn aftur fatur á íslendinginum Sveinbjørn Danielsson, sum í 1980 hevði skotið 15 mál í 14 landskappingardystum, tá TB vann FM í 1980 og harumframt hevði Royn tvørámannin og framherjan Vilmund Michelsen. Teir báðir góvu hvalbingum eina veruliga tyngd í álopspartin, og Royn var hetta tíðarskeiðið kent fyri tann undirhaldandi og málsøkna fótbóltin, sum av álvara kundi arga tey fremstu liðini í landinum.
Kappingarárið 1983 man uttan iva vera eitt tað besta í søgu felagsins. Liðið hjá Royn gjørdi veruliga vart við seg í 2. deild í 1983, og harafturat vísti liðið í kappingini um Ísafjarðarsúluna, at tað kundi basa fleiri av frægastu liðunum í 1. deild. Á vegnum hevði felagið bast Sumba, VB og frægum liðum sum KÍ og HB. Fyrra hálvfinalan millum Royn og HB á Skørinum endaði 2-2, har Sveinbjørn skoraði bæði málini, men í Gundadali vóru hvalbingar knáir og sigraðu 4-3 eftir góðan og spennandi semifinaludyst, hóast HB-ararnir vóru ávaraðir. Vilmund fekk eitt trítyssi av málum, meðan spælandi venjarin, Rólant Sørensen, fekk eitt. Støðan í hálvleikssteðginum var sostatt 3-0. Áðrenn dysturin byrjaði, stillaðu HB-spælararnir seg til at taka mynd av liðnum. Teir settu seg so niður har, og myndamaðurin vildi hava eitt smíl ella okkurt frá teimum, og so fóru teir at rópa: “Kolaapur, kolaapur” – ein háðan móti hvalbingum – í kór við ørmunum uppi, meðan teir vendu ímóti bygdarskýlinum, har hvalbingar sótu og tað kyndi av álvara undir hvalbingar.
Dagin eftir spældu Royn og GÍ finaluna, men tá gjørdu gøtumenn bart og vunnu 5-1, hóast hvalbingar løgdu seg á odda 1-0 við máli frá Vilmundi Michelsen.
Royn lá longi á odda í 2. deild og roknað varð við, at teir í fóru at vinna deildina og sostatt tryggjað sær leikrætt í 1. deild til komandi leikár, men í teimum síðstu leikumførunum hvarv hesin møguleikin, og hvalbingar endaðu aftur á øðrum sæti í kappingini. Aftur var tað NSÍ, sum flutti upp.
Nær við og næstan ger ongan fiskin ræstan
Árið eftir, 22. september í 1984, var Royn tættari við bestu deildina enn nakrantíð. Í seinasta leikumfarinum høvdu hvalbingar nokk við einum stigi móti ÍF á heimavølli, tí teir høvdu betri málmun, men hvalbingar snávaðu, tá fuglfirðingar høvdu boðsent Abraham Løkin, Meinhardt Dalbúð og Eyðun á Lakjuni úr Danmark umframt Pól Eldevig. Við trimum málum gjørdu Meinhardt og Eyðun enda á dreyminum hjá hvalbingum, tí ÍF vann 3-1. Undan dystinum høvdu hvalbingar gjørt nógv burturúr og vóru eisini møttir í stórum tali, einir 700 áskoðarar, men teir vóru teir fyrstu at ynskja fuglfirðingum tillukku, góvu teimum vakurt blómutyssi og harafturat eina fløsku av sjampanju.
“Føroya Wembley” á Skørinum stórar ábøtur
Stór umvæling byrjaði á Skørinum ella “Føroya Wembley”, sum vøllurin varð kallaður í mannamunni, tann 27. desember 1984. Vøllurin varð lækkaður og fekk nýtt flag í 1985. Ov stórur hæddarmunur hevði verið á vøllinum og fyri at rætta hetta høvdu hvalbingar skorið flagið umleið tjúgu metrar inni á vøllinum og síðani slættað undirlendið við gravimaskinum. Flagið varð skorið við serstakari flagmaskinu, ið loysti flagið í longum geirum. Hvør geiri var umleið 10 m. langur og 35 cm. breiður, og vóru teir rullaðir saman fyri síðani at verða lagdir á vøllin aftur.
Tað sást nógv slit á grasvøllinum og var nærum alt grasið burturi framman fyri báðum málunum, og varð flag, ið var skorið innan fyri vatnið á Fitjunum, nýtt til hetta endamál. Vøllurin skuldi bert nýtast til landskappingardystir, meðan vant varð aðrastaðni.
Í september 1988 vóru fyrstu fundirnir millum Bóltfelagið Royn og Hvalbiar Kommunu um trupulleikar við vøllinum. Tíðin fór og fundir vórðu hildnir, har tosað varð um grasvøll og graslíki. Ímeðan noyddust leikararnir úr bygdini í 3 ár til venjingar og landskappingardystir á Sevmýri á Tvøroyri. Summarið 1991 varð so endalig støða tikin til, at vøllurin skuldi vera ein grasvøllur, soleiðis sum hann nú altíð hevði verið.
Vøllurin varð longdur og breiðkaður í 1991 fyri 750.000 kr. Mett varð, at ein graslíkisvøllur hevði kostað uml. 3,4 mió. kr., og tað mundi hava avgerandi týdning. Tað er kommunan, sum eigur vøllin.
Altjóða dystur á Skørinum
Hóast Royn ongantíð hevur gjørt vart við seg í bestu deildini, so hevur vøllurin á Skørinum verið karmur um altjóða dyst, tá VB 20. juni 1998 møtti tjekkiska FC Boby Brno í Hvalba. Tjekkiska liðið vann 3-0 í Intertoto Cup.
Í 2011 lænti TB eisini heimavøllin á Skørinum, tá vøllurin á Sevmýri ikki leyk krøvini og nýggjur vøllur varð bygdur við Stórá í Trongisvági.
Felags Suðuroyarlið í bestu deildini
Tann 15. desember 2016 avtalaðu TB, FC Suðuroy og Royn at hava felagslið í bestu deildini. Felagsliðið spældi árini 2017 og 2018 í bestu deildini, kallað Suðuroyarliðið í mannamunni. Í 2019 fóru feløgini aftur hvørt til sítt. Royn spælir nú í 2. deild.
Keldur:
Suni Merkistein: Teir reystastu dreingir í norðum – ein føroysk fótbóltssøga (1892-1959). Bind 1
Jens Hákun Leo: Alt ger mun – Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu
www.faroesoccer.com
www.tidarrit.fo
Bolt.fo umrøður 2.deild í 2023
Bolt.fo koyrir eitt royndarár við regluligari umrøðu av 2.deild í 2023, har serligur dentur verður lagdur á feløgini, sum hava sítt besta lið í 2.deild. Tey feløgini eru MB, Royn og FC Suðuroy.