Enn hevur KÍ bestu kortini til at vinna FM í bestu kvinnudeildini. Í dag vann KÍ 4-1 á HB, meðan NSÍ vann 3-1 á Víkingi. Hjá báðum stóð á, og KÍ kom ikki á odda fyrr enn í 82. minutti, meðan NSÍ kom á odda í 70. minutti. Nú tvey umfør eru eftir er KÍ trý stig frammanfyri og hevur 12 mál betri málmun.
Hjá NSÍ spældi Sigrid Amalielsdóttir Jacobsen sín dyst nummar 300 í bestu deildini, skrivar NSÍ.
NSÍ skrivar:
Sigrid Amalielsdóttir Jacobsen 300 dystir í bestu deildini hjá kvinnum
Vit í NSÍ ynskja Sigrid hjartaliga tillukku við dysti nummar 300, og vóna at síggja hana í gulu blusuni nógvar dystur framyvir.