Fyrrverandi A- og U21-landsliðsleikari heldur ikki fram í barndómsfelagnum.
23 ára gamli Aron J. Ellingsgaard hevur síðstu árini mangan havt stóran leiklut á sentrala miðvøllinum hjá Víkingi. Heilt stóra árið hjá honum var í 2024, tá Víkingur vann FM og hann fekk tá eisini sín fyrsta A-landsdyst. Sambært FaroeSoccer er hann eisini skrásettur fyri átta U21-landsdystir árini 2023-24.
Í ár var Aron inn og út av liðnum, har hann í átta av 24 landskappingardystum bleiv innskiftur. Nú gongur sáttmálin við barndómsfelagið út og Aron váttar fyri bolt.fo, at hann heldur ikki fram. Hann skal hava eitt nýtt felag, men einki endaligt er komið uppá pláss enn. Bæði Føroyar og uttanlands er møguligt.