17 ára gamli Aron Benjaminsen kann verða á veg til føroyskan fótbólt.
Aron skifti í fjør til Kristiansund at spæla. Har hevur hann m.a. spælt nógv við eykaliðnum og í ár hevur hann verið partur av besta liðnum. Síðstu tíðina hevur hann ikki spælt og ein skaði hevur argað síðstu tíðina.
Bolt.fo veit frá fleiri álítandi keldum, at samband hevur verið millum føroyameistararnar Víking og Aron. Møguleiki er fyri, at Víkingur fer at leiga Aron frá Kristiansund.
Víkingur hevur í vetur heintað Ragnar Skála og Stefan Radosavljevic inn og nú kann tann triði verða á veg.