Freistin at still upp til starvsnevndarvalið fór á midnátt.
Bolt.fo skrivaði í gjárkvøldið um, hvørji stilla upp so hvørt sum tað eydnaðist at fáa hetta váttað. Nú kann ein kvinna leggjast afturat. Jákup Mørk, formaður í B36, váttar, at B36 stillar Anju Rein upp. Hon situr í núverandi starvsnevnd.
Sostatt stilla í øllum førum hesi upp til starvsnevndarvalið:
Fróði Danielsen
Ólavur Larsen
Maria Jóhannusardóttir Joensen
Dánial Hansen
Bjarni Prior
Kristmund Johannessen
Anja Rein
Tað leggjast væntandi fleiri nøvn afturat listanum.