Føroyingurin væntast at blíva seldur til felag í bestu deildini í Italia.
Kendi italski miðlamaðurin Gianluca Di Marzio skrivar, at Wilso Plock og Hellas Verona eru samd um ein prís, sum kann koma uppá 26 milliónir krónur, um bonus o.s.v. verða uppfylt. Hann skrivar, at Andrias í dag kemur til Hellas Verona og so verður sølan endaliga avgreidd.
Hellas Verona liggur aftast í Seriu A, men hevur ’’bara’’ fýra stig upp til niðurflytingarstrikuna.
Hendur einki óvæntað, so verður Andrias sostatt fyrsti føroyingurin, sum fer at spæla í Seriu A og hann verður eisini dýrasti føroyingurin nakrantíð.