logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
Andrias Edmundsson flytir føroysk fótbóltsmørk
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Andrias Edmundsson flytir føroysk fótbóltsmørk

Skrivað : Jákup Ósá | 02-02-2026 01:30

Við skiftinum til Seriu A felagið Hellas Verona so verður Andrias Edmundsson føroyingurin, sum fer at spæla á nógv hægsta stigi uttanlands.

Andrias Edmundsson væntast at skifta til Hellas Verona í Seriu A fyri eina upphædd, sum kann koma uppá 26 milliónir krónur. So stórt skiftið hava vit ikki sæð nakran føroying gjørt áður og hann er eisini nógv dýrasti føroyingur nakrantíð.

 

Stóra stjørnan

25 ára gamli toftamaðurin verður nú í serflokki størsta føroyska fótbóltsstjørnan. Tað hevur hann eisini verið áveg ímóti í eina tíð, tí hann hevur spælt sera sannførandi fyri oddaliðið í Póllandi og avrikini á landsliðnum hava mangan skarað framúr síðstu árini. Gunnar Nielsen hevur spælt ein dyst í Premier League og Jóan Símun Edmundsson hevur spælt fimm dystir í Bundesliguni. Nú kemur tann triði á slíka hill, men munurin hesaferð er, at Andrias er keyptur fyri yvir 20 milliónir og tað burdi økt um møguleikarnar fyri, at hann er ætlaður ein stóran leiklut á liðnum. Tí kann hetta blíva tann føroyingurin, sum fer at røkka longst um stutta tíð, tí vit hava aldrin havt ein føroying, sum hevur spælt regluliga í einari av heimsins bestu deildum. Til heimadystirnar koma yvir 20.000 áskoðarar í miðal at verða og til onkrar av útidystunum móti stóru feløgunum væntast yvir 40.000 áskoðarar. Mótstøðuliðini verða m.a. tey kendu AC Milan, Juventus, Inter, Napoli, Lazio, Atlalanta, Roma, Parma og Fiorentina. 15 dystir eru eftir og Hellas Verona liggur til niðurflyting, men bara fýra stig eru upp til niðurflytingarstrikuna. Skuldi tað hent, at liðið flytir niður, so er Seriu B eisini ein deild á høgum stigi, sum hevur væl meira virði enn t.d. bestu deildirnar í Danmark, Norra og Póllandi. Og hyggja vit eftir, hvar Hellas Verona hevur selt leikarar til síðstu árini, so er talan ofta um stór feløg á hægri stigi enn Hellas Verona.

 

Kann drippa á aðrar føroyingar

Fyri ungar føroyingar, sum ætla sær uttanlands ella eru uttanlands og ætla longri, so kann tað hava týdning, um ein sum Andrias fer at klára seg væl. Tí fer ein føroyingur at standa seg væl á høgum stigi, so verða eyguni í størri mun enn frammanundan vend móti føroyskum leikarum. Vit síggja t.d. í Íslandi, at har selir mann seg væl sum fótbóltsleikara við at verða frá Íslandi vegna gott umdømi fyri m.a. hugburð, og tí hevur tað í fleiri ár verið stórur áhugi fyri íslendskum leikarum uttanlands. Í Føroyum hava vit havt ov fá dømi við undangongumonnum uttanlands. Men tað er sum um, at okkurt kanska er við at broytast, tí fyrr í vetur bleiv U21-landsliðsleikarin Áki Samuelsen seldur til svensku meistararnar fyri yvir sjey milliónir eftir at hava skarað framúr í næstbestu norsku deildini. Tað var tá størsta sølan av føroyskum leikara nakrantíð. Og so eru úrslitini hjá føroyska A-landsliðnum, U21-landsliðnum og føroysku liðunum í altjóða kappingum góð.

Nú er at vóna, at alt gongst sum ætlað so at undirskriftin kemur uppá pláss, og at tað fer at gangast fyrsta føroyinginum í Seriu A væl. Í B68 eru tey helst eisini stolt, tí har er Andrias uppaldur og FIFA-reglur siga, at B68 fær eina upphædd. Onkur útrokning sigur áleið 200-300.000 krónur, men tað skal takast við fyrivarni. Tað verður roknað eftir árum, har hann spældi frá tí hann var 12 ár og upp til 23 ár. Hann var 16 ár, tá hann síðstu ferð spældi fyri besta liðið hjá B68 og eitt ár spældi hann í NSÍ.

Share

Nýggjastu tíðindir

Toppdystur í Klaksvík fríggjakvøldið
Toppdystur í Klaksvík fríggjakvøldið
Nýtt graslíki til fótbóltsvøllin í Fuglafirði
Nýtt graslíki til fótbóltsvøllin í Fuglafirði
FIFA hevur kunngjørt eina nýggja altjóða transferskipan
FIFA hevur kunngjørt eina nýggja altjóða transferskipan
Skrá og frásøgufólk í Televarpinum komandi umfar
Skrá og frásøgufólk í Televarpinum komandi umfar
Magne Hoseth er mánaðarins venjari í mai í OBOS-deildini
Magne Hoseth er mánaðarins venjari í mai í OBOS-deildini
Hetta sigur veddingarfyritøkurnar um HM-vinnara og toppskjútta
Hetta sigur veddingarfyritøkurnar um HM-vinnara og toppskjútta
Hetta sigur ítróttarstjórin í EB/Streymi um summarflytingarvindeygað
Hetta sigur ítróttarstjórin í EB/Streymi um summarflytingarvindeygað
Hesir døma komandi umfar
Hesir døma komandi umfar
Royn hevur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara
Royn hevur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara
Heilfluktarin hesa vikuna
Heilfluktarin hesa vikuna
Hanus Sørensen tryggjaði Føroyum sigurin
Hanus Sørensen tryggjaði Føroyum sigurin
Tey virðismiklastu mótstøðuliðini í Champions League og Conference League
Tey virðismiklastu mótstøðuliðini í Champions League og Conference League
AB gjørt sáttmála við lyklaleikara
AB gjørt sáttmála við lyklaleikara
Venjingardystir uttan undirhaldsvirði
Venjingardystir uttan undirhaldsvirði
FIFA-styrkislistin verður ikki brúktur til styrkismetingar í undankappingum longur
FIFA-styrkislistin verður ikki brúktur til styrkismetingar í undankappingum longur
Hesir hava leikbann komandi umfar
Hesir hava leikbann komandi umfar
68 % av UEFA-londunum høvdu nýggjan meistara
68 % av UEFA-londunum høvdu nýggjan meistara
Ikki nóg kaldir í hitanum
Ikki nóg kaldir í hitanum
HB hevur skift venjara
HB hevur skift venjara
Føroyar vendu 2-1 til 2-3 síðstu minuttirnar
Føroyar vendu 2-1 til 2-3 síðstu minuttirnar

Stigatalvan 2026

1. KÍ26 stig
2. B3626 stig
3. NSÍ26 stig
4. Víkingur18 stig
5. HB15 stig
6. AB14 stig
7. B6812 stig
8. Skála10 stig
9. EB/Streymur9 stig
10. 07 Vestur7 stig

Málskjúttar

Árni FrederiksbergKÍ6 mál
Bogi Reinert-PetersenB366 mál
Simon JørgensenSkála6 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ12 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ6 upplegg
Luca ThorstensenAB5 upplegg
Dávid B. AndreasenB365 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ18 mál/upplegg
Dávid B. AndreasenB369 mál/upplegg
Simon JørgensenSkála8 mál/upplegg
Torgeir BørvenB368 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 12. umfar

NSÍ8 mál
B688 mál
Skála8 mál
KÍ7 mál
B367 mál
EB/Streymur7 mál
AB6 mál
Víkingur5 mál
HB2 mál
07 Vestur2 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

Víkingur2 mál
B36 3 mál
KÍ4 mál
Skála5 mál
EB/Streymur5 mál
AB5 mál
NSÍ6 mál
07 Vestur8 mál
HB9 mál
B6813 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

B3618 mál
KÍ18 mál
NSÍ15 mál
HB14 mál
AB11 mál
Víkingur9 mál
B689 mál
EB/Streymur4 mál
07 Vestur4 mál
Skála3 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

KÍ4 mál
B365 mál
Víkingur5 mál
NSÍ6 mál
HB9 mál
Skála9 mál
EB/Streymur11 mál
07 Vestur11 mál
AB12 mál
B6816 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ16 mál
P. KnudsenNSÍ9 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

1. HB25 stig
2. KÍ22 stig
3. Víkingur15 stig
4. NSÍ12 stig
5. Skála7 stig
6. B366 stig
7. 07 Vestur1 stig

Málskjúttar

Julia Naomi MortensenHB10 mál
Brá ZakariasardóttirHB8 mál
Durita HummelandKÍ6 mál
Sólja ErnsdóttirKÍ6 mál
Malena OlsenKÍ6 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2026 (4)FráTil
Ari OlsenVíkingurVendsyssel
Olaf BárðarsonVíkingurSandnes
Pætur PetersenB36Hillerød
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Til føroyskan fótbólt 2026 (3)FráTil
Aron BenjaminsenKristiansundVíkingur
Dávid ReynheimTorino (U18)KÍ
Árni Nóa AtlasonEgersundsVíkingur
Úr føroyskum fótbólti 2025 (8)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurEgersunds
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Elias RusborgHvidovreHB
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Árni FrederiksbergKÍ14
Páll KlettskarðKÍ13
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Michal PrzybylskiB36/HB7
Sølvi VatnhamarVíkingur7
Deni PavlovicKÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup B. AndreasenKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2026