Føroyski landsliðsspælarin, Andrias Edmundsson, hevði eitt gott avrik fyri Hellas Verona FC, tá liðið spældi móti ACF Fiorentina í 31. umfari í Serie A. Ein dystur sum Fiorentina vann 1-0.
Eftir dystin valdu fjepparar hjá Verona Andrias Edmundsson sum besta leikara á liðnum. Felagið staðfesti hetta á sosialum miðlum við boðskapinum “Il vostro Cuore Gialloblù è Edmundsson”, sum merkir, at hann var tann, ið stóð seg best í gulum og bláum.
Edmundsson hevði eitt sannførandi avrik í verjupartinum. Sambært tølunum hevði hann:
6 avgerandi verjuinntriv
3 ''interceptionir''
4 vunnar nærdystir
Hetta er enn eitt dømi um, at Edmundsson megnar at gera vart við seg í sterkari kapping í Italia, har hann spælir regluliga á hægsta stigi.