Veron spældi javnt 1-1 á San Siro móti italsku meistarunum Inter í dag.
Andrias Edmundsson spældi allan dystin sum tann mittasti í trýmansverjuni hjá Verona móti Inter, sum longu hevði tryggjað sær meistaraheitið undan hesum dystinum. Andrias var óheppin at blíva skrásettur fyri sjálvmál eftir hornasparksinnlegg, men sambært fyritøkum, sum hava givið karakterir fyri dystin, so spældi føroyingurin ein framúrskarandi dyst móti Lautaro Martinez og hinum Inter-álopsleikarunum.
Hjá Sofascore fær Andrias karakterin 8,4, sum er hægst av øllum á vøllinum. Hjá Flashscore fær Andrias karakterin 8,2, sum var hægst av øllum á vøllinum. Hjá Whoscored fær Andrias karakterin 7,76, sum eisini var hægst av øllum á vøllinum.