Tað hevur vent ymiskar vegir gjøgnum dagin, hvar Gilli R. Sørensen spælir komandi tíðina.
Fyrr í dag skrivaðu vit, at TB og KÍ kundu avskrivast, men at B36 var mest sannlíkt. Men hendan søgan snarar aftur, tí B36-venjarin hevur avskrivað, at nøkur tilgongd verður í B36. Hinvegin hava søgurnar um TB, sum portal.fo eisini vísti á fyrr í vikuni, blást uppaftur. André Dalfoss er formaður í TB.
- Gilli hevur vant við TB nakrar ferðir og sjálvandi hava vit áhuga at fáa hann í hópin. Men einki er avgjørt, so meir fái eg ikki sagt, sigur André Dalfoss við bolt.fo.