Tveir føroyingar eru aftur í hesi vikuni sendir út av UEFA til altjóða uppgávur í sambandi við 2. undanumfar í Conference League.
Lassin Isaksen er útnevndur til UEFA dómaraeygleiðari til dystin millum Shelbourne úr Írlandi og Nõmme Kalju úr Estlandi. Uppgávan hjá honum verður at eygleiða avrikið hjá dómaratoyminum og gera eina fakliga meting til UEFA. Dysturin verður spældur í Dublin hóskvøldið.
Samstundis hevur Virgar Hvidbro fingið uppgávu sum UEFA umboðsmaður til Conference League-dystin millum FC Santa Coloma úr Andorra og Rapid Wien úr Eysturríki.
Sum UEFA umboðsmaður hevur Virgar Hvidbro ábyrgd av, at dysturin verður skipaður sambært reglunum hjá UEFA. Tað fevnir millum annað um eftirlit við fyrireikingunum, samskifti við feløg, dómarar og lokalu fyriskipararnar, umframt at gera frágreiðing til UEFA eftir dystin.
Bæði Lassin Isaksen og Virgar Hvidbro hava í fleiri ár verið millum føroysku umboðini, sum regluliga fáa altjóða uppgávur frá UEFA.