Allan Dybczak skiftir frá NSÍ til HB sum høvuðsvenjari hjá kvinnum.
HB skrivar:
Eftir trý ár í útlegd kemur Allan Dybczak heim aftur í HB-húsið, har hann fer beint í ein vælkendan leiklut - sum høvuðsvenjari hjá kvinnunum. Ein leiklut, sum hann fer at røkja til og við 2028.
Við sær hevur hann Petur Meinhard Magnussen, sum verður málmansvenjari hjá kvinnunum.