Verandi meistarar í Betri Deildini hjá kvinnum skulu hava nýggjan venjara.
Dysturin leygardagin móti KÍ verður tann síðsti hjá hesum venjaratoyminum í NSÍ. Allan Dybczak kom til NSÍ í 2023 og úrslitini hava verið góð. NSÍ vann steypakappingina í 2023 og greipuna í 2024. Undan síðsta dystinum í landskappingini 2025 hevur liðið møguleikan at vinna endurvinna FM, men til tað krevst ein sigur á minst sjey mál, so helst endar Allan við silvurheiðursmerki í NSÍ.