Byrjaði inni í 1.deildardysti leygardagin og byrjaði inni i kappingini um løgmanssteypið mánakvøldið og var møguliga ólógligur.
22 ára gamli Ahmed Latif byrjaði inni í 1.deildardystinum leygardagin fyri KÍ móti Víkingi í Leirvík sum eisini er skrásett á dómaraseðlanum. Hann bleiv útskiftur í hálvleikinum.
Tað undraði fleiri, at hann síðani eisini byrjaði inni mánakvøldið, tá KÍ møtti HB í kappingini um løgmanssteypið. Har spældi hann 57 minuttir til hann fekk reytt kort.
Spurningurin er so, um hann hevði loyvið at byrja inni tveir dystir og um hetta var sama leikumfar, har 1.deild spældi 4. umfar í landskappingini, meðan besta liðið spældi í kappingini um løgmanssteypið.
Við tað at hann er 22 ár, so kemur hann ikki undir regluna fyri ungar leikarar, sum kunnu spæla í fleiri deildum frá byrjan sama leikumfar. Vit hava verið í samband við fleiri fólk, sum kenna væl hesar kappingarreglurnar og semja tykist verða um, at hann helst var ólógligur, men tá talan er um steypakapping í øðrum føri, so stendur ikki greitt upplýst í reglunum, hvussu hetta skal skiljast.
Vit hava hugt í kappingarreglurnar og tað sum vit finna er í grein 8 og 9. Har stendur:
Grein 8
Leikari, sum hevur luttikið í landskappingini í eini deild, kann ikki luttaka í landskappingardysti í eini lægri deild, uttan at felag hansara í millumbilinum ella sama dag, hevur leikt landskappingardyst- ella steypadyst, sum hesin ikki luttók í, í hægru deildini, hóast viðkomandi leikari lógliga kundi luttaka. Tá felag leikar í fleiri deildum, roknast hægsta deildin at hava leikt fyrst.
Stk. 2. Tað er bert loyvt leikara at leika ein dyst hvønn leikdag, sí tó stk. 3 og 4. Tó er loyvt leikara í lægri vaksnamannadeild, at verða eykaleikari í hægri vaksnamannadeild sama leikdag. Víst verður annars til grein 9.
Stk. 3. Leikari sum ikki er fyltur 21 ár 1. januar í kappingarárinum, kann leika tveir dystir sama leikdag, tó er ikki loyvt leikara, sum byrjar inni í Meistaradeildini, at leika við U21 sama leikdag. Víst verður annars til grein 9.
Stk. 4. Fríggjadagur, leygardagur, sunnudagur og mánadagur verða roknaðir sum ein leikdagur, eins og týsdagur, mikudagur og hósdagur verða roknaðir sum ein leikdagur.
Stk. 5. Ein leikari kann í mesta lagi umboða eitt felag í somu steypakapping sama ár.
Stk. 6. Luttekur felag við meira enn einum liði í somu deild, verður flyting av leikara at fara fram á sama hátt sum millum hægri og lægri deild. Liðini skulu tá nevnast í bókstavarøð, soleiðis at A-liðið verður at rokna sum tann hægra deildin og B-liðið sum tann lægra deildin, og verður hildið soleiðis fram alt eftir, hvussu nógv lið luttaka í somu deild.
Stk.7. Ásetingarnar í hesi grein fevna eisini um eykaleikara, sum kemur inn í dysti. Eykaleikari, sum ikki kemur inn í dysti, verður ikki roknaður at hava leikt dyst.
Grein 9
Leikari kann ikki flyta frá hægri til lægri deild eftir at fjórðseinasti dystur er leiktur í lægri deildini kappingarárinum. Hetta umfatar ikki leikarar, sum koma undir grein 8, stk. 3 Tó er loyvt leikara, sum í kappingarárinum hevur leikt í mesta lagi 3 dystir í hægri deildini, at flyta niður í lægri deildina í hesum dystum samsvarandi ásetingunum í grein 8.
Greinin er rættað kl. 09.51