Tvey av liðunum, sum mong vænta fara at enda í botnstríðnum í ár, møttust í 1. umfari.
Tað ljóðar kanska løgið at siga, at talan er um ein lykladyst, tá talan er um 1. umfar, men dagsins dystur millum AB-B68 hevði stóran týdning, og so má eftirtíðin vísa, hvussu avgerandi hann var. Sum vit skrivaðu fyri nøkrum vikum síðani, so eru uppflytararnir í ár eftir okkara tykki lutfalsliga sterkir, meðan fleiri av hinum botn 5 liðini kanska eru viknaði á pappírinum, og tað tilsamans skuldi borgað fyri eini spennandi kapping millum hesi fimm liðini. AB er tað av hesum liðum við minst útskifting, meðan B68 er liðið við størst útskifting. Við heimavøllinum hjá AB lá trýstið kanska meir á AB fyri at vinna hendan dystin. Tí á pappírinum var hetta kanska besti møguleikin at vinna ein dyst í ár, á heimavølli móti einum ósamanspældum liði, ið væntast at spæla í botnstríðnum og sum blívur sterkari seinni út á árið.
AB spældi ein góðan dyst
Ein uppflytari spælir ofta við stórari orku fyrstu umførini, tí motivatión o.a. er eyka stór eftir steðg frá bestu deildini. Tað sóu vit eisini í dag. AB spældi ein góðan dyst og vann uppiborið 2-0. Liðið spældi í eini 5-2-3 leikskipan, og tað er sum, at liðið hongur væl saman. Teir lokalu Bjarki Nielsen og Ragnar Skála umframt royndi Brian Jakobsen, sum áður hevur roynst væl í AB, mannaðu fremstu plássini. Teir hava royndir frá topp 5 liðum, men Bjarki og Ragnar eru aftur, meðan teir eru í bestu árum. Ragnar skoraði seinna málið, meðan Bjarki og Brian kundu komið á máltalvuna við sínum málmøguleikum. Útlendsku leikararnir hjá AB síggja út til at roynast væl. Verjuparturin dugdi væl at verja fyri so at B68 sjáldan kom til stórar málmøguleikar. Tað var líka, tá Ahmed Latif kom at standa fríður í fyrra hálvleiki, har B68 kundi havt skorað.
Góð samanseting
Seinni partur av seinna hálvleiki var merktur av, at hetta var fyrsta umfar. Kanska høvdu leikararnir eisini lagt ov nógv fyri í fyrra hálvleiki, so orkan var uppi. Í øllum førum var tað vánaligt fótbóltsspæl og nógv teknisk mistøk hendan partin av dystinum. Tað kundi AB leggja lítið í, tí AB førdi 2-0 og hevði tamarhald á dystinum. AB hevur eina góða samanseting, har pláss eisini er fyri ungum lokalum leikarum. Í dag spældi 18 ára gamli Sjúrður Henriksen á vinstra vongbakki sín fyrsta dyst í bestu deildini og hann fangaði eyga m.a. við einum framúr uppleggi til 2-0.
Skuldi grundgevingarnar halda fyri at AB er ein lutfalsliga sterkur uppflytari, so var kravið trý stig í dag, og tað helt. Tað er eisini fyrsta ábending um, at í ár skulu munandi fleiri enn 15 stig, ið tað var í fjør, fyri at halda sær í deildini. AB hevur EB/Streym á útivølli næstu ferð og í 4. umfari vitjar 07 Vestur á Argjum.