AB vann botngysaran á Argjum, og tað ger botnstriðið enn meira spennandi.
TB hevði ikki bestu fortreytirnar til dystin, tí málverjin Anders Hoff mátti út beinanvegin vegna sjúku og so skuldi Allan Müller á vøllin til sín fyrsta dyst í bestu deildini. Hann fekk eina óhepna byrjan, tí stutt eftir at hann var komin inn gjørdi hann sjálvmál. AB økti løtu seinnu og í seinna hálvleiki fekk AB eitt mál afturat. Málini skoraðu Filip í Liða (2) og Marius K. Lindh.
Á Eiði helt góða gongdin hjá B36 fram, tá teir hvítu vunnu 3-0. Málini skoraðu Jann Benjaminsen, Valerijs Sabala og Hannes Agnarsson.
Nú eru bara trý stig á muni frá AB á 9. plássi til TB á 8. plássi.