Tað er sera stórur møguleiki fyri, at tað verður deildarspæl á Tórsvølli komandi mánaðirnar.
Víkingur Reyjavík spældi seg í deildarspælið við sgrum á meistarunum úr Albania, Estlandi og Andorra. Men Víkingur Reykjavík hevur ein trupulleika, tí eingin vøllur er góðkendur til altjóða dystir í Íslandi til vetrarfótbólt. M.a. er ikki hiti til vallirnar. Í fjør fekk Breiðablik undantaksloyvið, men tað gongur ikki hesaferð.
Ítróttarstjórin í Víkingi sigur við fotbolti.net, at tað er 85 % møguleiki fyri, at Víkingur má spæla sínar heimadystir á Tórsvølli, har allar avtalur eru komnar uppá pláss, um so er, men at hann vónar til tað síðsta, at ein loysn finst, so dystirnir kunnu verða í Íslandi. Avgerðin verður endaliga tikin mánadagin av UEFA og hon verður væntandi, at Víkingur Reykjavík kemur at spæla sínar tríggjar heimadystir í deildarspælinum á Tórsvølli.
Hetta eru helst góð tíðindi fyri føroyska landsliðsleikaran Gunnar Vatnhamar, sum er lyklaleikari hjá Víkingi Reykjavík. Víkingur Reykjavík skal spæla heimadystir móti Cercle Brugge (Belgia), Borac Banka Luka (Bosnia & Hersegovina) og Djurgården (Svøríki).