Tað verður væntandi útselt til Champions League dystin í Klaksvík í kvøld millum føroysku og svensku meistararnar. Tað er bara hent einaferð áður.
KÍ er aftanfyri 4-1 frá fyrra dystinum, men hóast tað, so er áhugin fyri dystinum stórur. Bara einaferð áður hevur verið fullsett til ein altjóða dyst hjá KÍ í Klaksvík. Tað var móti svensku meistarunum í 2023, og tað er líkt til, at tað nú hendur fyri aðru ferð. Nú tveir-tríggjar tímar undan dystarbyrjan eru bara 64 atgongumerki eftir á atgongumerki.fo.
Dysturin byrjar kl. 19.45.
Stuðlað umrøðuni av altjóða fótbólti hjá KÍ í 2024 á bolt.fo hava: