Heldur ikki Adolfo Sormani megnaði at fullføra tvey fylgjandi kappingarár í HB hesa øldina.
Vit hava hugt eftir høvuðsvenjarum hjá HB hesa øldina, og har sást, at bara tveir venjarar hava megnað at sitið tvey fylgjandi heil kappingarár. Heimir Guðjónsson í 2018-2019 og Ion Geolgau, sum sat frá 1998 til 2002, tá hann gavst áðrenn kappingarenda.
Adolfo Sormani hevði sáttmála fyri trý ár, men sat bara 10 kappingardystir av øðrum kappingarári.
Tilsamans hevur HB skift venjara 26 ferðir hesa øldina. Tá hava vit ikki tikið venjarar við, sum bara hava sitið fyribils í einum ári fram til nýggjur venjari er settur.