Síðstu dagarnar hava 22 venjarar hjá FC Suðuroy tikið C1 venjaraútbúgvingina.
Tað hevur verið fyrrverandi VB-venjarin, Jóannes Jakobsen, sum hevur undirvíst í Vági. Talan er serliga um venjarar, sum skulu venja ungdómsliðini hjá FC Suðuroy í ár, skrivar FC Suðuroy.