NSÍ førdi tvær ferðir og hevði teir flestu stóru málmøguleikarnar, men ein stórspælandi Sólja Ernstdóttir vildi tað øðrvísi og so endaði tað javnt.
Talan var um ein spennandi dyst við høgari leikferð, har sera nógv bleiv lagt fyri. Nakað av vindi var og hevði NSÍ undanvind í fyrra hálvleiki og KÍ í seinna hálvleiki. Einki mál kom áðrenn hálvleik, men NSÍ manglaði ikki málmøguleikar og skuldi havt verið á odda.
Í seinna hálvleiki komu málini. Fyrst fekk KÍ-verjan ikki ruddað burtur og so kundi 17 ára gamla Brá Zakariasardóttir skorað. Hon var við í nógvum góðum álopum gjøgnum dystin eins og fleiri aðrir NSÍ-leikarar. Løtu seinni spældi KÍ seg væl ígjøgnum og so kundi Sólja Ernsdóttir, sum allan dystin var mest eyðsýnd í KÍ-álopspartinum, smekka bóltin í málið. NSÍ svaraði aftur og úr spískum skoraði Heidi Sevdal, har KÍ-málverjin skuldi havt bjargað. NSÍ sá út til at hava tamarhald á, men so knappliga gjørdist Sólja Ernsdóttir leys. Han rak væl framvið og smekkaði til, NSÍ-málverjin hálvbjargaði og so kundi Durita Hummeland skora. Tá var bara yvirtíðin eftir og har kom einki mál.
2-2 kundi KÍ betri brúka, tí nú eru framvegis trý stig á muni og ein betri málmunur á 11 til KÍ. Enn kann nógv henda og HB og Víkingur eru so mikið góð, at tey kunnu taka stig frá KÍ og NSÌ. Nakað sum HB hevur gjørt fleiri ferðir fyrr í ár. Og síðsta dyst møtast KÍ-NSÍ og tað kann verða, at avgerðin ikki fellir fyrr enn tá í eini FM-finalu, men so skal NSÍ betra um støðuna ímun til nú, tí NSÍ vinnur neyvan stórsigur tann dystin.
Men megnar NSÍ at vinna størri sigrar tilsamans á eini sjey mál enn KÍ komandi tvey umførini, so verður FM-finala í síðsta umfarinum