Vit hava gjørt eitt yvirlit yvir føroyingar, sum spæla uttanlands.
Vit hava ikki talt leikarar við, sum spæla ungdómsfótbólt. Og so eru vit ikki farnir longur niður enn til næstbestu deildirnar í Skandinavia. Tað merkir, at tað eru leikarar afturat, sum m.a. spæla í triðbestu deildini í Danmark.
18 leikarar hava sáttmála í feløgum, sum spæla í bestu ella næstbestu deildunum og harvið eru í deildum, sum eru á hægri stigi í miðal enn tann føroyska Meistaradeildin er. Í yvirlitinum hava vit tikið sum givið, at skiftini hjá Andriasi Edmundssyni og Jóannes Bjartalíð blíva endalig.
