Føroyska landsliðið hevur fingið tamarhald á verjuspælinum.
Kroatia skoraði eitt mál og tað staðfestur, at nú er langt ímillum, at nógv mál fara inn ein dyst. Ja vit skulu heili 15 kappingardystir aftur til heimadystin móti Albania 20. juni í 2023 fyri at finna seinasta kappingardyst, har meir enn tvey mál fóru inn ein dyst. Trupulleikin hevur verið, at í níggju av hesum dystum hava Føroyar ikki skorað mál.