15 ára gamla Kára Sigurðsson flutti síðsta summar frá KÍ til FC Nordsjælland, og nú hevur hon fingið sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá stóra danska felagnum.
KÍ skrivar:
Leygardagin spældi okkara Kára Sigurðsson sín fyrsta dyst fyri besta liði hjá FC Nordsjælland. Hon kom inn, tá ið 76 minuttir vóru spældir. Tær vunnu 3-1 á fyrstu deildarliðnum Varde IF í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.
Kára kom úr KÍ til FC Nordsjælland á sumri í 2024
Í løtuni er Kára við fleiri av sínum fyrrverandi KÍ liðfeløgum við U17 hópinum í Litava