Hann kemur frá Sandavági og hevur longu spælt í FC Nordsjælland í nøkur ár. Men tað er óvist, um hann nakrantíð verður at síggja á nøkrum føroyskum landsliði.
FC Nordsjælland skrivar í dag, at 15 ára gamli Emilian Gunleifsson hevur gjørt sín fyrsta sáttmála við FC Nordsjælland, sum hevur eitt av bestu akademium í Skandinavia. Emilian er frá Sandavági og sonur Gunleif Magnusarson, sum spældi í bestu deildini við TB og 07 Vestur.
Hann spælir í løtuni á U15-liðnum hjá FC Nordsjællandi og verður lýstur sum ein tekniskur góður og klókur leikari við stórari arbeiðsorku.
Emilian sigur við heimasíðuna hjá FCN, at hann fegnast um at hava gjørt sáttmála við FC Nordsjælland, tí hann heldur, at tað er har at hann kann mennast best komandi árini. Til endans sigur hann, at hansara mál er at mennast og blíva ein fastur partur av U17-liðnum og koma í danska U16-landsliðshópin.
Sostatt er líkt til, at hann í løtuni ætlar at satsa uppá danska landsliðið heldur enn tað føroyska. Enn er tó tíð til at hetta kann broytast, tí reglarnir siga, at mann kann skifta so leingi sum man ikki hevur fingið fyrsta laqndsdystin við A-landsliðnum.