Feløgini samtyktu á forfólkafundi í vikuni, at feløgini í 1.deild skulu hava 15 % av puljuni.
Sum vit skrivaðu fyri nøkrum vikum síðani HER, so fara ECA og UEFA at broyta mátan, sum solidaritetspengarnir verða útbýttir uppá. Og upphæddirnar vaksa nógv. Sum skilst verður samlaða puljan fyri 2025 18,5 milliónir, sum verður dømt útfrá føroysku úrslitunum í altjóða fótbólti í 2024.
Upphæddin skal býtast javnt til øll liðini í bestu deildini. Um 75 % av liðunum í bestu deildini siga gott fyri tí, so kunnu 15 % fara niður til feløgini, ið hava síni bestu lið í næstbestu deildini. Og í vikuni høvdu feløgini fund, har feløgini í bestu deildini samtyktu, at 15 % skuldu fara til feløgini í næstbestu deildini. Tað sum eisini kom fram, sum vit ikki hava útgreinað fyrr var, at tað eru liðini, sum luttóku í bestu deildini í 2024, sum fáa fullan pott.
Feløgini í bestu deildini fáa áleið 1,6 mió, harav 75 % (áleið 1,2 mió) verður flutt 1. februar 2025. Feløgini í 1.deild 2024 fáa 15 % av 18,5 mó, sum svarar til 555.000 kr. til tey fimm liðini.
ÍF og Skála koma sostatt at hava gott grundarlag at flyta upp í 2025, tí tey fáa 1,6 mió frá UEFA, meðan AB og B71 bara fáa 555.000 kr.
Tað merkir eisini, at TB og FC Suðuroy bara fáa 555.000 kr ímun til, at hini átta liðini í Betri Deildini fáa 1,6 mó. Men so kann man siga, at ’’lønin’’ kemur hinvegin fyri tey liðini, sum flyta niður komandi, tí tá fáa tey upphæddina fyri árið, har tey spældu í bestu deildini.