Nú verður leingi, til føroyska A-landsliðið aftur skal spæla teljandi landsdyst.
Týskvøldið verður venjingardystur móti Kasakhstan og venjingardystir eru eisini tað, sum verður á skránni í mars og juni í 2026. Tí Føroyar hava ongan kappingardyst aftur fyrr enn til Nations League, sum byrjar áleið 24. september. Í tíðarskeiðnum 24. september til 6. oktober verða fýra dystir leikir í einum. Síðani verða teir báðir síðstu dystirnir leiktir um hálvan november sum vit kenna onnur ár.