Nú byrjar Betri Deildin hjá kvinnum.
Í fjør var talan um eina sera spennandi kapping, har nýggi kappingarleisturin við endaspæli fekk góð skoðsmál frá teimum flestu. Hesin sami leistur heldur fram í ár.
NSÍ er favorittur at vinna FM hjá teimum flestu sambært tipparunum í fótbóltsblaðnum hjá FSF. Men nakrir tipparar hava eisini KÍ sum besta boðið. Í fjør vann NSÍ greipuna.
Í mun til kappingina í fjør er ein broyting. 07 Vestur er við ístaðin fyri TB/FCS/Royn.
Í fyrsta umfarinum verða fleiri áhugaverdir dystir. Í Klaksvík møtast tvey av liðunum, sum stríddust um FM leingi í fjør, KÍ-Víkingur kl. 19.45. Í Gundadali møtast kl. 19.30 grannarnir HB-B36, meðan NSÍ væntast at vinna stórt í Hoyvík í dysti, sum byrjar kl. 19.30. Á Dungasandi tekur nýggja liðið, 07 Vestur, móti Skála. Tann dysturin byrjar kl. 19.45.