Í dag eru fýra dystir í 1. umfari á skránni.
Fyrsta umfar er serligt umfar. Áleið fýra mánaðir eru síðani seinasta landskappingardyst og tvey nýggj lið eru deildini.
Fyrsta umfar er merkt av, at hetta er umfarið, sum nógv lið hava sæð og vant fram ímóti í fleiri mánaðar. Vit sóu tað á Argjum í gjár. Leikararnir orkaðu ikki tað sama, tá ein tími var leiktur, men ein merkti gjøgnum fyrra hálvleik, at sera nógv bleiv lagt fyri. Tey undirmettu liðini fáa ofta lutfalsliga góð úrslit fyrstu umførini. Tey hava jú nakað at prógva. Síðani leggur kappingin seg. Og tá tey undirmettu fáa góð úrslit, so eru umboð ella heimasíðir hjá teimum skjót at minna á, hvar fólk hava tippað hetta liðið at enda. Eftir 27. umfar liggja hesi lið ofta á áleið teimum plássum, sum mong tippaðu tey og tá hoyrist ikki eitt orð um metingar undan kappingini frá somu persónum. Ein kann hyggja eftir niðurflytarunum síðstu árini. Men hetta er ein stuttligur partur av spælinum uttanfyri vøllin og má halda fram, tí hetta skapar kjak og rørir í grýtuni. Tað hava vit brúk fyri. Nú Atli Gregersen er givin, so fækkast við persónum, sum kunnu siga nakað, sum stendur eftir hjá lurtarunum/hyggjarunum. Vónandi fáa vit onkrar útbrótarar at hoyra og síggja í MeistaraDeildini og ikki bara fólk, sum kundu havt verið á miðlaskeið fyri at tosa politiskt rætt.
Ikki seta ov stórar vónir til 1. umfar
Hjá einum hyggjara er umráðandi, um hann ikki skal blíva vónbrotin, at ikki seta ov stórar vónir til 1. umfar. Tí hóast liðini hava spælt 6-8 venjingdystir, so eru tey ’’rustað’’ fyrstu umførini. Summi lið eru ikki samanspæld, tí stór útskifting hevur verið, summi hava nýggjan venjara, sum ofta spæla heilt øðrvísi enn frammanundan og summir avgerandi leikarar hava kanska verið skaddir uppundir kappingina ella missa fyrstu umførini. So hóast tað hevur verið leingi at bíða eftir hesum umfarinum, so er hetta umfarið í dygd ofta eitt, sum er langt frá teimum bestu umførunum í dygd sama kappingarár.
Nýggir leikarar vekja áhuga
Eitt sum altíð vekir áhuga er, um nýggir leikarar í deildini ella leikarar sum hava skift felag vísa dygdir, ið skara framúr. Tveir 18 ára gamlir føroyingar eru keyptir ’’heim’’ til Føroyar, sum helst eru millum teir evnaríkastu í sínum árgangum. Aron Benjaminsen hjá Víkingi og Dávid Reynheim hjá KÍ. Spennandi verður at síggja menningina hjá hesum leikarum. Men viðhvørt kann tað taka tíð at sláa ígjøgnum. Eitt dømi er Poul Kallsberg, sum skifti til Víking í 2023. Fyrstu mánaðirnar sat hann nógv sum eykaleikari og hann er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri sjey dystir í 1.deild sama ár. Men hann hevði rætta hugburðin, helt á og slerdi ígjøgnum til endans. Tað endaði við, at hann bleiv lyklaleikari, vann FM, kom á A-landsliðið og bleiv seldur til Danmarkar. Í fótbólti er skjótt hvønn vegin og taka vit Poul, so fór hann frá at verða eykaleikari og 1.deildarleikari fyrru hálvu av 2023 til at verða lyklaleikari á FM-liði og A-landsliðsleikari í 2024. Tað kann verða, at vit koma at síggja ein slíkan veg hjá Aron og/ella Dávid, men tað kann eisini verða, at teir sláa ígjøgnum beinanvegin ella tíðliga. Aðrir nýggir leikarar at fylgja eru m.a. Dávid B. Andreasen hjá B36 og álopstrio’in hjá Skála. Alt leikarar, sum hava skorað nógv mál, tá teir hava spælt, men sum mangla gjøgnumbrotið í bestu deildini.
Heini Vatnsdal ger ’’comeback’’
Hvørt ár síggja vit eisini leikarar, ið fyrr hava víst stórar dygdir, sum koma aftur á vøllin eftir at hava verið skaddir heilt/heil kappingarár, givnir ella ikki verið partur av fótbólti á høgum stigi. Tann av hesum sum kanska fer at gera størst mun í ár er Heini Vatnsdal hjá B36, sum næstan einki hevur spælt tey undanfarnu tvey árini. Hann hevur spælt lutfalsliga nógv í venjingardystunum og kann blíva kanska mest avgerandi ’’tilgongdin’’ hjá B36, um hann fer at spæla nógvar dystir. Tvey onnur dømi um slíkar leikarar, sum royna seg aftur, eru Gestur B. Dam hjá EB/Streymi og Høgni E. Nielsen hjá 07 Vestur.
Dystirnir í dag eru 07 Vestur-KÍ, NSÍ-Víkingur, B36-EB/Streymur og Skála-HB.