Kvøldsins úrslit hevur týdning fyri HB, hóast HB ikki spælir finaluna.
Onkur spyr kanska hvussu hetta hongur saman. Orsøkin er, at steypavinnarin byrjar í 2. umfari í Conference League. Og tá KÍ er annað liðið í finaluni og er meistari og harvið fer at luttaka í Champions League, so merkir ein sigur til KÍ, at plássið hjá steypavinnaranum fer til nummar tvey í landskappingini, sum er HB.
At byrja í 2. umfari í Conference League hevur nakrar fyrimunir, hóast summi í fótbóltsføroyum hava ivast, hvussu stórur fyrimunurin er, tí í 2. umfari fáa liðini ofta nógv sterkari mótstøðulið og liðini fáa eisini størri inntøkur fyri at spæla 1. umfar um tey vinna umfarið – vegna m.a. stórar inntøkur sum eru ætlaðar til ferðing - enn at byrja í 2. umfari, um ferðingin ikki gevur óvanligvar útreiðslur.
Men siga vit at eitt lið tapur hvørt umfar, so gevur tað 1,5 millión meir at byrja í 2. umfari umframt 0,5 stig til styrkistølini fyri komandi fimm árini. Felags fyri HB og Víking er, at tey nú koma at hava eitt styrkistal sum ger, at tey hava møguleika bat blíva styrkismett í 2. umfari, ið gevur munandi betri møguleikar fyri góðum lutakasti. Í summar var HB hægst styrkismett av teimum ikki styrkismettu. Tað merkir, at hevði HB havt komið eitt umfar víðari bara einaferð undanfarnu fimm ár, so hevði HB verið styrkismett, tí lægsta styrkismetta liðið lá bara 0,325 stig frammanfyri.
Sostatt fara helst nógvir HB-arar at uppliva tað løgna at skula halda við arvafíggindanum KÍ í finaluni í kvøld.
Stuðlað umrøðuni av finaluni um løgmanssteypið í 2025 hava: