Munurin tykist økjast millum vanligu topp 5 liðini og hini ímun til fyrstu umførini.
Nú síggja vit fleiri og fleiri stórsigrar og hesaferð var tað í kappingini um løgmanssteypið, har Víkingur vann 5-1 á AB, meðan NSÍ vann 7-1 á EB/Streymi. Hetta sigur kanska nakað um styrkina hjá oddaliðnum NSÍ, tí B36, KÍ og HB høvdu tað torført móti EB/Streymi. Einasti spennandi dysturin hóskvøldið var millum 07 Vestur-Skála, men sum í landskappingini, so vann 07 Vestur við einum máli.
Úrslitini hóskvøldið:
Víkingur-AB 5-1
EB/Streymur-NSÍ 1-7
07 Vestur-Skála 1-0